Vit ynskja við hesum at heiðra pápa okkara, ið verður 75 ár 7. juli.
Babba varð føddur á Skála 7. juli 1936. Hann er sonur Kristian og Jensinu Davidsen í Gerðinum á Skála. Babba er yngstur av 8 systkjum. Hann flutti ungur til Havnar, har hann fór at læra elektrikara hjá Viggo Andreasen. Hesa tíðina búði hann hjá systir síni Onnu Fíu og sváginum Andrias í køkubúðini. Eftir lokið læruskeið fór babba niður til Danmarkar at ogna sær prógv sum el- installatør og byrjaði egið el- installatør virki.
Síðani møtti hann okkara kæru mammu, Hedvig, sum er dóttir Ninnu og Dáva Petersen úr Saltnesi. Tey giftust í 1965. Tey fyrstu árini búðu tey í Fjósatúni og fluttu tey seinni niðan í Varðabú.
Babba hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Í mong ár hevði hann egið virki. Flestu munnu óivað minnast Lampubúðina og Atlasbúðina. Hann arbeiddi eisini hjá Tryggingini í nógv ár. Eftir at babba fór frá Tryggingini, settist hann ikki hendur í favn. Dugnaskapur og áræði eru tveir av hansara eginleikum og hava júst hesir virkað til, at hann enn hevur egið virki; Búgv, ið leigar hús og íbúðir út.
Babba er í øllum lívsins viðurskiftum ein tryggur stuðul. Hann hevur ráðini, tá góð ráð eru dýr. Altíð er hann klárur og førur fyri at hjálpa og evnini eru góð og mong. Babba hevur eginleikan, at hann fer gjøgnum heilt. Har onnur hava hug at setast aftur og siga alt vera vónleyst, heldur babba áfram við dirvi og góðum treysti. Tá babba setir sær eitthvørt fyri, er heilt víst, at hann fær hetta í lag. Orka og áræði trýta ikki hjá pápa okkara. Altíð hevur hann verið raskur og væl fyri kroppsliga. Í nógv ár hevur hann svomið hvønn morgun og er hann ikki bangin fyri at klatra upp á hægstu tekju. Eitt av hansara mongu avrikum er, at hann, fyri heilt fáum árum síðani, súkklaði úr Havnini og heilt inn á Skála.
Framsíggin er hann sum fáur, hugskotini eru mong og dirvið er stórt.
Babba hevur eitt lætt sinni, er jaligur og dugir at síggja tað stuttliga í øllum. Hansara stóru umsorgan merkja vit hvønn dag. Hann er áhugaður í, hvussu vit øll hava tað, og er hann altíð klárur við troystarríkum orðum og eini hjálpandi hond.
Babba dylir ikki fyri, at trúgvin á Jesus fyllir nógv í lívi hansara og hann hevur málað Jesu myndina klárt fyri eygum okkara.
Góði babba, vit elska teg og eru sera stolt av tær. Hjartaliga til lukku við degnum ynskja vit tær.
---------------------
Børn tíni Kristian, Ninna, Mirjam, Dávid og Hanna.