Liðformaðurin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør finnur lítlan ugga í at hava verið við at spælt ein minniligan dyst ímóti HB á heimavølli, har KÌ tapti 3-4, aftaná at hava verið á odda bæði 2-0 og 3-2. KÍ hevur spælt undirhaldandi dystir ímóti bæði ÍF, EB/Streymi og HB seinastu umførini, men tað hevur bert givið tvey stig í trimum dystum.
Oddbjørn Joensen, venjari hjá HB stórfegnaðist um at hava fingið fulla úrtøku í Klaksvík, og hann dugdi betur at gleðast um at hava verið partur av einum minniligum dysti.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Oddbjørn Joensen og Hjalgrím Elttør. Fremst í ljóðbrotinum hoyrast tey sjey málini í tí minniliga dystinum, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2.










