Hjalgrím, sum var ein týðandi partur av gullárinum hjá NSÍ, gjørdist í vár partur av NSÍ-hópinum, eftir at hann annars hevur verið partur av KÍ-liðnum. Og hann staðfestir, at ein av orsøkunum til, at hann framhaldandi verður í NSÍ, er, at europiskar avbjóðingar nú standa fyri framman.
- Tað er avgjørt nakað, sum tú hugsar um. Men eg haldi eisini, at vit hava eitt spennandi lið. Har eru nógvir ungir og góðir spælarar, eins og nakrir royndir eisini eru. Og við einum góðum venjara, sum eisini verður í felagnum komandi árið, haldi eg avgjørt, at tað sær spennandi út hjá NSÍ, sigur Hjalgrím Elttør.
-mørk