Hjalgrím til Onglands

-


Eftir eina tíð við hampuliga lítlum aktiviteti, eru ungir føroyskir leikarar nú aftur við at gera um seg í venjingum hjá útlendskum feløgum.
Jón Rói Jacobsen úr HB er júst afturkomin av eini ferð til Onglands, har hann hevur vant undir fyrrverandi enska landsliðsvenjaranum, Glenn Hoddle, í Tottenham, og nú slepur Hjaltím Elltør at royna seg undir einum øðrum fyrrverandi landsliðsvenjara.
Hesa ferð er tað Graham Taylor, sum fyri stuttum tók við venjarasessinum í Aston Villa, sum er venjarin. Graham Taylor var annars venjari hjá Watford, tá tveir føroyskir leikarar fyri nøkrum árum síðani royndarvandi við felagnum, so heilt ókunnugur við føroyskar leikarar er hann ikki, og hvør veit. Kanska fer okkurt at spyrjast burtur úr vitjanini hesaferð.