Mikukvøldið var Fremad Amager í øðrum umfari í donsku steypakappingina inni á Sjællandi. Mótstøðuliðið var Sorø Freja, sum spælir í Sjællandsseriuni.
Fremad Amager vann 4-1, og Hjalgrím Elttør skoraði tvey av málunum. Hjalgrím var annars ikki á besta liðnum, tá ið Fremad Amager í vikuskiftinum spældi í landskappingini.
Hjalgrím skoraði til 2-0 í 22. minutti. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti hann til 4-0. Andrew av Fløtum varð settur inn á liðið beinanvegin eftir steðgin, og Jann Ingi Petersen var á miðvøllinum í umleið ein tíma, áðrenn hann varð tikin út.
- Eg var uttast á miðvøllinum í høgru í 1. hálvleiki og uttast á miðvøllinum í vinstru í 2. hálvleiki. Fyrra málið skoraði eg við vinstra beini eftir uppspæl í vinstru og diagonalsending. Seinna málið fekk eg eftir returbólt frá málverjanum. Vit vóru væl betri enn teir, og vit kundu havt vunnið størri sigur, eitt nú um eg hevði havt verið skarpari. Eg hevði fleiri aðrar møguleikar at gera mál, sigur Hjalgrím Elttør.
Tú vart als ikki við í vikuskiftinum?
- Nei, tað eru nógvir við í kappingini, og venjarin skiftir nógv út. Eg dugi ikki at siga, hvussu nógv eg sleppi at spæla, men nú vóni eg sjálvandi, at eg sleppi upp í part í vikuskiftinum.
Fremad Venjarin sigur, at hann hevur umleið tjúgu spælarar, sum allir eru mest sum eins góðir. Fyrr í vikuni fóru tveir spælarar úr felagnum og til onnur feløg. Teir hava ikki verið á besta liðnum síðani summarsteðgin, og teir sóu sær ikki møguleikar at koma á besta liðið.
Mikukvøldið var Vejle á útivølli í Odense. Tað eydnaðist felagnum hjá framvegis skadda Christian Høgna Jacobsen at vinna 2-1 á OKS ella Odense Kammeraternes Sportsklub, sum spælir í Fynsseriuni.
Mikudagin 25. august verður triðja umfar á skránni, og tá skulu Jón Rói Jacobsen og Frem og Johan Byrial Hansen og Horsens upp í leikin. Todi Jónsson og FCK skulu fyrstu ferð spæla í fimta umfarinum, sum verður 27. oktober. Seks av teimum átjan spælarunum, sum hava fingið landsliðsboð, eru útisetar í Danmark. Teir eru Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum og Jann Ingi Petersen úr Fremad Amager, Johan B. Hansen úr Horsens, Jón Rói Jacobsen úr Frem og Todi Jónsson úr FCK. Hesir skulu í vikuskiftinum spæla í donsku landskappingini, og so koma teir heim fyrrapartin mánadagin. Landsdysturin verður mikudagin ímóti Malta.