Á fótbóltssamkomu á Hvonn klokkan 17 í dag verður avdúkað, hvør er ársins spælari hjá monnum í ár.
Tað er Miðlahúsið, sum skipar fyri tiltakinum, og sambært Sosialinum fríggjakvøldið, so eru tríggir spælarar í uppskoti. Teir eru Hjalgrím Elttør úr KÍ og so teir báðir B36 álopsspælararnir - Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz.
Rás 2 fer at senda frá tiltakinum, sum er alment. Tað eru venjararnir, liðformenninir og ítróttartíðindafólkini, sum hava atkvøtt um, hvør skal vera ársins spælari 2011.