Hjalgrím ikki nøgdur við ferðina

Í NSÍ leguni vóru teir ikki nøgdir við úrtøkuna, og teir hildu, at eftir 2. hálvleik kundu teir gott havt tryggjað sær øll stigini. Teir hildu seg eisini vita, hvør orsøkin var til, at tað – serliga í 1. hálvleiki – ikki hekk so væl saman hjá heimaliðnum:

- Ferðin var ov lág, og í 1. hálvleiki megnaðu vit ikki at skipa spælið fram eftir jørðini. Hetta tosaðu vit um í steðginum, og í 2. hálvleiki varð tað væl betri. Tá fingu vit eitt mál, og um vit vóru eitt sindur hepnari, so kundu vit havt vunnið øll stigini, tí vit høvdu møguleikar til tað, heldur NSÍ málskjúttin, sum vónar, at tað í steypadystinum ímóti HB í Gundadali hósdagin fer at eydnast at byggja víðari á 2. hálvleik.