Eftir 27 minuttir hevur NSÍ lagt seg á odda í Fuglafirði. Málskjútti var Hjalgrím Elttør, sum eftir skjótálop og góða sending frá Boga Løkin, dró eitt sindur úr vinstru og skrúvaði bóltin upp í handara hornið.
ÍF hevur verið eitt sindur meiri ágangandi, men tað hevur ikki eydnast heimaliðnum at fáa mál.
Tað var eftir ÍF álop, har Sinko var leysur, men staðgaði, tí hann helt seg vera rangstaddan, at NSÍ fór í álop og skoraði.









