Sostatt vann NSÍ dystin um silvursessin. B36 kom annars betur frá byrjan enn heimaliðið, men NSÍ kom við í dystin, tá eitt korter var farið.
Tá tað nærkaðist steðginum gjørdist spælið munandi betri, enn tað hevði verið, og leikferðin øktist eisini.
Eftir steðgin helt sama gongd áfram, men við NSÍ sum betra liðið. Teir høvdu eisini nakrar kjansir, serliga Potemkin, sum kortini ikki rakti málið.
Hinvegin fann hann Hjalgrím Eltør, sum skoraði trygt fyri NSÍ miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Málið var tað einasta, sum harvið tryggjaði NSÍ trý stig og næsta plássið í Formuladeildini.
NSÍ - B36:
1-0: Hjalgrím Eltør