Hjalgrím Elttør skiftir til B36

B36 kunnger á heimasíðu sínari í dag, at klaksvíkingurin skiftir til árstalsfelagið.

- B36 hevur fleiri sera evnaríkar ungar leikarar, og hava har afturat styrkt seg væl, síðan kappingin endaði. Eg kenni flestu spælararnar og gleði meg til at royna meg í høvuðsstaðnum, sigur Hjalgrím Elttør við b36.fo

25 ára gamli Hjalgrím Elttør, sum er uppvaksin í KÍ, átti ein týðandi leiklut í fyrsta føroyameistaraheitinum hjá NSÍ nakrantíð í 2007. Í summarhálvuni í ár skifti hann til KÍ, sum í komandi kappingarári skal spæla í næstbestu deildini.

Sáttmálin við B36 er galdandi fyri 2010.