Hjalgrím avgjørdi ímóti oddaliðnum

Við frálíkum einmansavriki gjørdist Hjalgrím Elttør sigursharri í 1-0-sigrinum hjá KÍ ímóti oddaliðnum, Víkingi, sunnudagin. Víkingur hevur nú tapt tveir á rað og kann nú missa oddasessin, meðan KÍ er flúgvandi og hevur vunnið fýra dystir á rað

Víkingur byggir nógv av spæli sínum upp um álopskendur vong­verj­arnar, Bárður J. Hansen og Hanus Jacobsen, og var tað tískil teimum ein smeitur, at teir eiheldur vóru við í dyst­inum vegna skaða. Enn ein smeitur var tað, at lið­skip­arin og verju­kempan, Atli Gregersen, eiheldur var við vegna leik­bann.
Hjá KÍ er lagið hinvegin betri. Undan dystinum høvdu teir vunnið tríggjar dystir á rað, og sjálvsáliti hjá unga og lokala liðnum er ikki til at fara skeivur av.

Einki mál
Eftir eina varliga og javna byrj­an var tað KÍ, sum setti seg við róðrið og hevði hug at skapa dystin. Víkingur átti ikki stórt meiri enn eitt vandamikið lang­skot frá afturvenda Lasse Qvist, men András Gángó bjargaði væl.
KÍ hevði hinvegin ikki trupul­leikar at spæla seg til mál­møgu­leikar. Hin størsta fekk Páll A. Klettskarð, sum eftir eitt væl spælt álop kom at standa leysur í brotsteiginum, men stútarin endaði á stongini.
KÍ var uttan iva betra liðið í fyrra hálvleiki. Teir spældu skjótan og góðan fótbólt og høvdu eyðsæð fleiri svar upp á at lata Víkinga-verjuna upp, heldur enn øvugt.
Mál komu tó eingi í fyrra hálvleiki og var hálveiksstøðan tískil 0-0.

Hjalgrím Elttør!
Í seinna hálvleiki var spælið meiri javnt og Víkingur kom betur við. Teir stóru málmøguleikarnir vóru ikki til at fáa eyga á, mest lang­skotsroyndir og hálvir mál­møguleikar.
Júst sum Víkingur sá út til at hava fingið tamarhald á og megnað at troyttað eitt KÍ-lið, sum legði nógva orku í stremb­anina eftir at fáa eitt mál, trínir Hjalgrím Elttør fram í ljósið og avger dystin. Hetta var eitt gott korter fyri leiklok. Hann fær bóltin á Víkinga-hálvuni, og so ger hann tað, sum hann er bestur til. Nevniliga at seta ferð á og bjóða av. Hann setti hegnisliga fleiri mótstøðuleikarar av, áðr­enn hann sendi bóltin framvið Geza Turi og legði KÍ á odda 1-0.
Hetta gjørdist einasta málíð í dystinum, og varð Hjalgrím Elttør harvið krýndur sigursharri. Hetta er fjórði sigurin hjá KÍ á rað, sum nú hevur otað seg heilt upp á fjórða pláss. Víkingur tapti annað vikuskiftið á rað og skulu tú nú ansa sær, um oddasessurin ikki skal latast øðrum liðið – har eru nevniliga fleiri um boðið.