Hjalgrím aftur á landsliðnum

Á dómaraseðilin sleppa bert 20 mans, men við leikbannið til Fróða Benjaminsen í fyrra dystinum, er talið økt til 21.

 

 

Av spælarum, sum eru glidnir úr hópinum, síðani landsliðið spældi seinast, eru Tem Hansen, Hanus Thorleifsson og Hans Pauli Samuelsen funnir ov lættir hesaferð. At Tem ikki er við hesaferð, kemst av, at Jógvan Martin Olsen í hesum førinum hevur sett størri álit á arbeiðsorkuna hjá Paula G. Hansen, heldur enn bóltførleikan hjá Tem.

Teir spælarar, sum hittast tann 30. mai til venjingar og fyrireikingar annars, eru hesir.

 

Málverjar

Jákup Mikkelsen, B36

Meinhardt Joensen, KÍ

 

Verjuspælarar

Jón Rói Jacobsen, AaB

Fróði Benjaminsen, B36

Atli Danielsen, BK Frem

Marni Djurhuus, EB/S

Mortan úr Hørg, HB

Rasmus Nolsøe, HB

Óli Johannesen, TB

 

Miðvøllur

Súni Olsen, AaB

Bergur Midjord, B36

Mikkjal Thomassen, B36

Jákup á Borg, HB

Sámal Joensen, GÍ

Símun Samuelsen, Keflavík

Hjalgrím Elttør, NSÍ

Pauli G. Hansen, Skála

 

Álop

Christian Høgni Jacobsen, HB

Andrew av Fløtum, Fremad Amager

Christian Holst Lamhauge, Lyngby

Rógvi Jacobsen, HB