Hjalgrím aftur í KÍ

Á stóru gallaveitsluni, sum KÍ helt um vikuskiftið, var ein av staðfestingunum, at felagið komandi ár fær styrk í álopspartinum.
Tað varð nevnliga sagt fyri veitslufólkunum, at Hjalgrím Elttør eftir eitt ár í Fremad Amager nú aftur verður at síggja í bláa búnanum hjá KÍ.