Hjá nógvum familjum fer jóladøgverðin at verða nógv dýrari í ár enn tey eru von við. Øll hava fingið við, at prísirnir eru nógv hækkaðir á teimum flestu vørunum. Men sum steinur oman á byrðu, er fuglakrím eisini farið at ganga fleiri staðni í Evropa. Tað hevur rakt bøndur, sum hava dunnur og gæs hart, tí nógv er deytt av fuglakrími.
Tí er trot á dunnum og gæs – og tá fer prísurin. Og tað eru nettupp dunnur og gæs, sum standa á flestu jólaborðum, so skulu jólini í ár verða upp á sama máta sum plagdu - og tað skulu tey hjá teimjm flestu - so kann tað verða dýrt.
Bæði í SMS og í FK siga tey, at tey hava tryggjað sær dunnur so tað fer neyvan at mangla í - men prísurin verður hareftir. Tað merkir, at fólk skulu fyrireika seg upp á at dunnurnar fara at kosta fast í 200 krónur í ár, og gæsnar sjálvandi væl meiri.
– Vit hava tryggjað okkum frystar dunnur til tað, sum vit væntandi fáa brúk fyri á jólum, sigur Simon Høffner í SMS. Hann sigur, at vit eru í einum parti av heiminum, har vit nokk skulu fáa tað, vit hava brúk fyri, men prísurin er hækkaður eini 40 prosent.
Hinvegin sigur hann, at tað er óvist, hvussu verður við feskum dunnum, tí á tí økinum er støðan meiri ivingarsom. Hann leggur afturat, at tað mesta, sum verður selt í Føroyum, eru peking-dunnur og tær hava ikki verið líka hart raktar av fuglakrími sum berberi dunnan.
Harafturat vil hann ikki útihýsa, at tey fara at mangla gæs til jólar. Tey hava fingið gæs, men hann ivast í um tað er nóg mikið. Men tær eru eisini dýrar, tí ein gás táttar nú í 600 krónur.
Hann leggur kortini afturat, at nógv keypa føroyskar gæs, men tað er eisini vorðið so dýrt, at tað er vandi fyri, at tað verður væl minni av tí á marknaðinum í ár enn tað plagdi vera.
Súsanna Poulsen, stjóri í FK, sigur, at tey hava fingið dunnur heim og at tey hava fingið lyfti um eina sending afturat. Hon sigur, at fólk hava eisini fingið við, at fuglakrím hevur gjørt um seg og tískil er tey langt síðani farin at spyrja eftir dunnum til jóla. Tískil væntar hon ikki, at tey fara at mangla dunnur – men hon fær kortini ikki veitt trygd fyri nøkrum.











