Hjá einum bólki av foreldrum er munurin nógv størst

Tað veldst nógv um aldur - og familjustøðu - hvussu stórur munur á ríkum og fátækum í Føroyum er

 

 

Ongastaðni er tað so lítil munur á ríkum og fátækum, sum í Føroyum. Men verður hugt nærri at tølunum, sæst kortini, at tað eru ávísir samfelagsbólkar, har stættarmunurin er størri enn aðreastaðni.  Ein máti at lýsa stættarmunin í einum landi, er at rokna gini-talið út. Lægri gini-talið er, javnari er inntøkan í landinum, býtt. Er gini-talið 0, hava øll líka góða inntøku. Er gini-talið 100, hevur eitt húski alla inntøkuna í landinum.

 

Sum vit hava skrivað er gini-talið í Føroyum 21,1 í miðal og tað er lægri enn nakra aðrastaðni. Men sum vit eisini hava skrivað, veldst tað eitt sindur um, hvar í landinum, tú býrt, tí summastaðni er stættarmunurin størri enn aðrastaðni.

 

Men tað veldst eisini rættiliga nógv um, hvørjum aldursbólki tú ert í, og, hvussu familjustøðan er. Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at aldursbolkurin, har stættarmunurin er stórur, er hjá monnum yvir 67 ár, tí har er gini-talið 21,9.

 

Stættarmunurin er eisini stórur hjá kvinnum ímillum 55 og 65 ár, tí har er gini-talið 21,8.  Yvirhøvur er stættarmunurin størst í aldursbólkinum 55 til 65 ár, tí har er ginitalið 21,7. Í hesum føri er tað serliga ein bólkur, sum loypur í eyguni, eru tey 55-65 ára gomlu í Norðstreymoy, tí har er gini-talið 28,4

 

Hinvegin er tað hjá monnum í aldursbólkinum 18-24 ár, at stættarmunurin er minst, tí har er gini-talið 19,5 og hjá kvinnum liggur tað beint oman fyri, so samanumtikið er tað í hesum aldursbólki, har munurin á fólki er minst. Verður hugt eftir húskjum, eru tað hjá støkum, mannligum uppihaldarum, at tað skarar fram úr, tí har er stættarmunurin er størst, tí har er gini-talið 29,1.