tá hjáveiðuprosentið lá um 35 prosent. Seint hóskvøldið var øll lastin vigað og vísti tað seg at hjáveiðuprosentið lá beint oman fyri 35 prosent, og samdust so partarnir um, at reiðaríið skal bera kostnaðin av landingini. Men nú er kunngerðin um tey 30 hjáveiðuprosentini so lýst og var hon ikki tað, áðrenn »Øyliner« var tikin. Klokkan 04 hósmorgunin var »Øyliner« biðin um at sigla inn á Havnina, og ikki fyrr enn tíðliga hósdagin var kunngerðin lýst, so skipið slapp undan eini størri bót á hesum sinni.