Hjáveiðukvotan fastløgd


 

Lemmatrolararnir sleppa næstu seks mánaðarnar at veiða 50 tons av toski og 50 tons av hýsu sum hjáveiðu. Hetta hevur Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í fiskimálum avgjørt. Lemmatrolararnir hava ikki fiskidagar, men kvotu á hjáveiðuni. Lemmatrolararnir royna á djúpum vatni, serliga eftir kongafiski, upsa og blálongu og eftir hesum fiskasløgum kunnu teir royna óavmarkað. Hjáveiðukvotan verður við kunngerð sett fyri eitt hálvt ár ísenn.