- Tað er óseriøst bara at sleingja okkurt út og illgita um hjáveiði hjá pelagisku skipunum, sigur skipari - Uppisjóvarskip hava onga hjáveiði í føroyskum sjógvi. Onkuntíð var stórur upsi uppi í veiðini í hetlandsrennuni í november/ desember, men svartkjaftakvotan er væl og virðiliga uppfiskað fyri ta tíð. So, hetta er søga, sigur skipari á uppisjóvarskipi sum heldur, at myndugleikarnir ? heldur enn at leggja upp til gitingar ? áttu at sett eftirlitsfólk umborð á skipini.
Tað sigur skipari á uppisjóvarskipi, sum Portalurin hevur tosað við.
- Nógv av tí, sum gitt verður um hjáveiði hjá uppisjóvarskipum í føroyskum sjógvi, er humbukk og tvætl. Ein stórur kassi kring Føroyar er bannaður fyri svartkjaftaveiði, eins og økir í ein útsynning úr Føroyum eisini eru tað. At kalla alt føroyska sjóøkið krevur rist í svartkjaftaveiði, og tað er slett ikki kannað, hvønn mun ristin ger.
Skiparin heldur tað vera í fínasta lagi, at myndugleikarnir á ymiskan hátt verja og ansa eftir okkara dýrari fiskasløgum.
- Men tað er óseriøst bara at sleingja okkurt út og illgita um hjáveiði.
Hann vísir á, at tá ið ræður um hjáveiði, er fyrst og fremst neyðugt at vita, hvar og nær hjáveiðivandin er til steðar ? og um hann veruliga er til steðar millum føroysk uppisjóvarskip í verandi líki.
- Stundum hava vit hjáveiði í íslendskum sjógvi og í altjóða sjógvi norðanfyri. Talan er um tosk í Íslandi og upsa og kongafisk í altjóða sjógvi norðanfyri.
Skiparin sigur, at føroysku uppisjóvarskipini hava onga hjáveiði í føroyskum sjógvi.