Hjá teimum er einki óført

Stór mannfjøld tók á Sjómannadegnum í dag ímóti Livari Nysted og bátsfeløgum hansara á bátinum Artemis Leven Brown og Don Lennox

Klokkan 13 í dag stevndi Artemis, sum teir tríggir og ein fjórði maður, róðu tvørtur um Atlantshavið, inn á Klaksvík og legði at við ferjuleguna.

Artemis varð lyftur upp á land, og teir tríggir vórðu bodnir upp á pallin.

Har greidcdi Livar frá, hvussu rfaskir felagar hansara eru og hava verið. Annar hevur róð um fleiri høv, og hin hevur runnið marathon í 24 tímar uttan steðg og skal í næstum renna tvørtur um Norðuramerika. Haraftrat er hann ein rógvimaskina.

Skiparin segði um Livar, at hevði hann 12 menn viið hansara styrki, hevði borið til at róð tvørtur um Atlantshavið upp á minni enn ein mánað.

Livar hálovaði føroysku klæðunum, sum teir allir vóru í á ferðini. Klæðini áttu lívið í teimum í kuldanum, tí teir vóru drívvátir í fleiri vikur.

Gávur vórðu handaðar gørpunum, sum fólk aftaná høvdu høvi at heilsa uppá og fáa autografir frá.