10?MANNAFØR
Næstfremsta plássið er fyrsta taparaplássið. Tað staðfestir bátsformaðurin á Havnarbátinum, Magni Brøðraberg. Tað er einki reyp í útsøgnini. Heldur boðar hetta frá, at tá ið rógvararnir eru so royndir, sum teir eru umborð á Havnarbátinum, og tá ið teir hava vunnið so nógv, so er tað bara sigurin, sum telur.
Tá ið Havnarbáturin leygardagin vann ársins fyrstu kapping, var yngsti maður umborð 24 og tann elsti 34 ár. Síðani í fjør hava teir skift tríggjar út. Tveir av teimum, sum eru komnir umborð, hava áður verið partur av manningini, og hin triði hevur eisini róð nógv.
? Tað er kapping um at sleppa upp í part umborð á Havnarbátinum. Tá ið bátarnir verða mannaðir í januar, verður fyrst kannað, hvussu nógvir av teimum, sum vóru við í fjør, ætla sær at halda fram. So verður tosað um, hvørjir møguleikar eru fyri nýggjum fólki. Tað kann væl vera, at onkrir verða vónsviknir, tí tað ikki er pláss fyri teimum umborð á 10?mannafarinum. Men so mugu teir rógva við onkrum øðrum báti og so vóna, at tað verður pláss fyri teimum eitt annað ár, sigur Magni Brøðraberg.
Sigurin leygardagin var tann fimti á norðoyastevnu hjá bátsformanninum á Havnarbátinum. Magni vann við Gongurólvi í 1995 og 1996, við Ørvi í 1999 og við Havnarbatinum í fyrraárið og aftur í ár.
Nólsoyingurin leingi fremstur
Tað kappaðust bara fýra 10?mannafør í Klaksvík. Tey lógu tætt saman vestarlaga í róðrarøkinum. Allir bátarnir vóru við til at mynda róðurin. Tá ið teir komu á mál var ongastaðni leyst millum bátarnar.
? Nólsoyingurin fekk besta startin. Róðursmaðurin hjá okkum segði okkum skjótt, at vit vóru aftanfyri Nólsoyingin, og at hinir vóru aftanfyri okkum. Tá ið vit komu inn á bedingina, tóku við Nólsoyingin. Kanska var tað meiri tað, at teirra bátur ikki gekk so væl á síðsta teininum.
Tað tóktist sum um Eysturoyingurin hevði hug at bjóða av í endaspurtinum, men formaðurin á Havnarbátinum kendi seg ikki hóttan av honum:
? Vit sóu aftur á Eysturoyingin um stýriborð. Hann gekk væl síðsta partin av teininum, men eg haldi, at vit alla tíðina kendu tað, sum um vit høvdu tak á honum.
Vestmenningur var aftastur alla tíðina, og fjarstøðan frá honum og fram til Nólsoying var á málinum størri, enn hon var millum hinar bátarnar. Serliga millum Eysturoyingin og Nólsoyingin var munurin sera lítil.