Í dag, leygardagin 8. mars, verður Hjørmund Vang í Hvalba 75 ár. Hjørmund er føddur og uppvaksin í Hvalba, og arbeiddi hann í mong ár í kolanámunum har. Hann hevur eisini verið arbeiðsmaður og fiskimaður í Grønlandi í mong ár. Í 1953 varð hann fyri eini spreingivanlukku í kolamáminum. Vanlukkan kostaði honum hálvan annan fingur á vinstru hond, og skaddi honum sjónina á øðrum eyga fyri lívið. Seinni kom hann aftur út fyri einum óhappi, tá hann av misgávum kom at skjóta seg sjálvan í vinstra lær. Hann hevur verið úti fyri eitt sindur av hvørjum, tvær ferðir hevur hann verið nær við at dottið oman. Hjørmund er ein partur av býarmyndini í Hvalba og Sandvík Hann hevur eina trøð í Sandvík, har hann hevur sína dagligu gongd. Vanliga hevur hann gingið millum bygdirnar, men nú havur hann fingið sær ein skutara. Hjørmund er ein sera lívsglaður persónur, sum elskar tónleik, serliga gamlar slagarar og honum dámar væl at ganga í dans.










