Hjørdis Mose Bayn er útbúgvin sum myndlistakvinna í Keypmannahavn, umframt at hon hevur fingið sær víðari útbúgving í Fraklandi og á universitetinum í Wien.
Hjørdis er gift ferðaverkfrøðinginum Jørgen Bayn, og saman hava tey ferðast nógvastaðni kring um í heiminum, har hon hevur fingið íblástur til fleiri av sínum málningum. Hjúnini búgva í Humlebæk, har tey hava sítt egna atelier.
Umframt málningarnar á sjálvari framsýningini hevur Hjørdis yvir 80 ymiskar príslistamyndir at velja ímillum. Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.bayn.dk
Framsýningin verður opin allar dagarnar frá kl. 10.30 til 20.00.










