Hjørdis er yngst av seks systkjum og vóru foreldur teirra Erika og Alfred (Affe) Egholm.
Aftaná lokna skúlagongd í fólkaskúlanum fór Hjørdis í studentaskúla, og var flokkur hennara tann seinasti, ið tók studentsprógv á VBV í Skansabrekkuni, áðrenn studentskúlin flutti niðan í Hoydalar.
Ikki meira enn liðug við skúlagongdina fekk hon 9. juli 1962 starv sum stjóra- og stjórnarskrivari á Tryggingarsambandinum Føroyar, og hevur hon sostatt arbeitt í somu fyritøku í 41 ár. Hóast hetta fyri nøkur kann tykjast at ganga beint móti tíðarinnar anda - ella "trend", sum tað verður nevnt í dag - so er einki løgið, at Hjørdis hevur gjørt av at gera fyrsta starv sítt til lívsstarv burturav. Tí er tað nakað, ið sermerkir Hjørdis, so er tað trúfesti hennara - bæði móti arbeiðsplássi, starvsfeløgum, vinum og ikki minst familju síni.
Altíð fryntilig og fyrikomandi hevur hon gjøgnum árini verið skrivari hjá fýra stjórum. Fyrst Tummasi Thomasen, síðani Marius Thomasen, Jens Peturi Arge og nú Gunnari í Liða. Hon hevur uppliva stóru broytingarnar, ið hendar eru innan tryggingarheimin og hevur dugað at laga seg eftir teimum, soleiðis at hon alla tíðina hevur verið før fyri at røkja starv sítt til lítar.
Men tað er ikki bert á "Tryggingini" at Hjørdis hevur gjørt vart við seg. Hon hevur verið og er framvegis aktiv á mongum økjum. Eitt nú hevur hon frá barnsbeini havt serligan tokka til fimleikin og hevur hon verið aktiv í Havnar Fimleikarfelag. Hon hevur luttikið í kappingunum um føroyameistaraheitið og var eisini á landsliðnum í fimleiki í 1970.
Hjørdis er gift við Heðin Mortensen, løgtingsmanni og ÍSF-forseta, so ikki er løgið at Hjørdis hevur havt nógv við ítrótt at gera. Trúliga røkir hon størvini og umboðanina, ið fylgja við, og hevur hon millum annað verið við á øllum Oyggjaleikum síðani 1989 sum partur av liðnum hjá Ítróttasambandinum.
Eitt orðatak sigur (hóast onkur heldur hetta vera sjavinistiskt) at aftan fyri ein hvønn mann stendur ein kvinna - og styðjar og stuðlar. Og hjá Hjørdis og Heðini er eingin ivi um hetta. Hjørdis hevur verið trúgvasti stuðul, leiðbeinari og revsari hjá Heðini í mongu álitsstørvum hansara. Hevur hjálpt og luttikið aktivt í nógva arbeiðinum og eigur sína stóra lut í, at skundmikil maður sum Heðin, ið altíð hevur úr at gera, kann náa alt arbeiðið. Hóast nógv er at taka sær av í samband við nógva arbeiðið, ið liggur á hjá einum húski, sum tí hjá Hjørdis og Heðin, so megnar Hjørdis við góðu organisatorisku og fyriskipanarligu evnum sínum at fáa alt at glíða sum tað skal. Hóast trýstið kann tykjast øðrum stórt, so fær hon á sín egna stillføra hátt alt at hanga saman. Og tá úrslitið skal fyriliggja, so ger tað tað eisini.
Hjørdis og Heðin eiga fýra børn. Av teimum býr bara elsta dótturin, Elin, í Føroyum, meðan hini trý - Ann, Guðrun og Eirikkur - eru búsitandi í Danmark í løtuni. Átta ommubørn hevur Hjørdis fingið og eru hon og Heðin (sum ommur og abbar mangan) "púra býtt" av teimum. Men tað er heldur eingin ivi um, at børnini í teimum báðum hava fingið góða ommu og góðan abba.
Føði- og dópsbrævið sigur tað, men ilt er at trúgva tí!! Men satt er tað - Hjørdis fer um tey seksti. Spelkin, sum ung kvinna á at líta, sjarmerandi og fitt, fyrikomandi og fryntilig, fitt og vøkur. Jú "superlativini" eru nógv, tá ein skal siga nakað um hana - og tey eiga heldur ikki at verða spard!!!
Sjálvan føðingardagin hava vinfólk, kenningar og familja møguleika at heilsa uppá Hjørdis, tí leygardagin verður "opið hús" í Sjónleikarhúsinum millum kl 11:00 og 15:00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Góða Hjørdis - lat okkum á henda hátt nýta høvi at ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum í vónini um trygga og góða framtíð.
VINFÓLK