Ein kvinnurødd úr Vágunum er at hoyra, tá ið útvarpssendingin 15 tær bestu er í luftini. Mongu árini, síðani hittlistasendingin kom á skránni, hava tað fyri tað allarmesta verið mannfólk, ið hava verið vertur í sendingini. Men síðani apríl mánað hevur 24 ára gamla Hjørdis Gudmundsen úr Sandavági stílað fyri 15 teimum bestu.
Hon var mest sum tveitt út í tað, tá ið undanfarni verturin fór til skips.
- Tummas, sum hevði sendingina, er systkinabarn hjá mær, og hann spurdi meg einaferð, um eg ikki kundi taka yvir, tí hann skuldi til Grønlands at sigla. Fyrst segði eg nei, men tá hann spurdi meg aftur, og eingin annar var at taka við beint tá, segði eg ja, greiðir Hjørdis frá.
- Eg helt ikki, at eg fór at tora av hava sendingina og skula tosa til øll í Útvarpinum, men nú eri eg glað fyri, at eg tók av, sigur hon.
Hjørdis hevur nakað av royndum frá miðlaarbeiði, tí eitt skifti starvaðist hon á Rás 2. Tað eru longu fleiri ár síðani, og nú er hon í læru á Fútaskrivstovuni í Havn.
Trupul byrjan
Hjørdis Gudmundsen var alt annað enn trygg við støðuna, tá ið hon skuldi skipað fyri fyrstu sendingunum.
- Eg var líkasum bara tveitt út í tað, og eg tordi illa í fyrstuni. Tað er ringt at skula tosa í mikrofon, og enn verri at hoyra seg sjálva aftaná. Eg læs nógvar feilir, og tað var ikki altíð so stuttligt, at ein teknikari skuldi hoyra alt og skuldi klippa tað til.
- Eg var nokk so smæðin at byrja við, men tað er blivið betur hesar báðar mánaðirnar, eg havi havt sendingina.
Sendingin verður tikin upp og klipt, beint áðrenn hon fer í luftina leygarkvøld, og enn hevur Hjørdis ikki ætlanir um at senda beinleiðis, hóast onkur róð fram undir, at tað skuldi hon gjørt.
- Eg skal líka venja meg meira við at hava sendingina og blíva tryggari við alt, áðrenn eg fari at senda beinleiðis, sigur hon.
Fylgir betur við
Hjørdis hevur havt áhuga fyri tónleiki og hevur lurtað nógv eftir nýggjum tónleiki, men síðani hon gjørdist vertur í 15 teimum bestu, hevur hon tó verið noydd at gera enn meira við at lurta eftir tónleiki.
- Mær dámar væl nýggjan tónleik, og eg havi altíð lurtað nógv eftir tónleiki. Nú fylgi eg meira við, hvat er frammi ella er á veg fram. Eg hyggi eftir hitlistum uttanlands og lurti eisini nógv eftir teimum fløgunum við hittónleiki, sum Útvarpið fær, sigur hon.
- Eg fái eisini góða hjálp frá teimum, sum lurta eftir sendingini, tá ið eg skal velja eykaløg til 15 tær bestu. Nógv senda uppskot inn, og so royni eg at finna fram til, hvat riggar til sendingina. Við hvørt velji eg eisini onkran sang, sum eg veit er á veg fram aðrastaðni.
Tað er blivið betur
Tað eru farnir tveir mánaðir, síðani Hjørdis Gudmundsen fyrstu ferð fór í luftina við 15 teimum bestu, og hon er farin at trívast alsamt betur sum útvarpsvertur.
- Tað var ringt at byrja við, men nú havi eg vant meg meira við at gera sendingina, og eg haldi eisini, at hon er blivin betur nú, enn hon var fyrstu ferðirnar. Eg lurti altíð eftir sendingini, tá hon verður send leygarkvøld, so at eg kann læra av tí, sum eg havi gjørt gott ella minni gott. Tað er ikki so flóvisligt at hoyra sendingina í Útvarpinum, tí tá er hon liðug, og eg eri ofta saman við nógvum fólki, tá hon verður send.
- Eg stúrdi nógv fyri at gera sendingina í fyrstuni, men nú er tað blivið meira stuttligt at gera sendingina. Og tað er eisini gott, at tað er ein kvinna, sum er vertur í sendingini, sigur Hjørdis.
Nógvar reaktiónir
Hjørdis hevur í øllum førum fingið nógvar positivar reaktiónir frá fólki.
- Tað er altíð onkur, sum hevur onkra negativa viðmerking, men eg havi næstan bara fingið positivar reaktiónir, síðani eg byrjaði at gera sendingina. Tað er stuttligt at hoyra frá fólki og merkja, at tey hava áhuga fyri sendingini, sigur hon.
- Tað er eisini stórur áhugi fyri at atkvøða fyri sangunum á listanum, og áhugin hevur verið vaksandi, síðani eg byrjaði.
Aðrir vertir í 15 teimum bestu hava eisini roynt seg sum plátuvendarar – DJ – á dansistøðum, men tað hevur Hjørdis ikki.
- Eg havi als ikki hugsað um at blíva DJ, og eg rokni í øllum førum við, at tað hevði eg ikki torað.
Fakta
Navn: Hjørdis Gudmundsen
Aldur: 24 ár
Heimstaður: Sandavágur
Bústaður: Havn
Starv: Í skrivstovulæru á Fútaskrivstovuni
Hjørdis um fartelefonir
Eg havi fartelefonina við mær allastaðni, har eg fari. Hon stendur ofta á ljóðleys. Kanska er tað tí, at havi hana ljóðleysa, tá ið eg eri til arbeiðis, og so gloymi eg at koyra ljóðið frá aftur, tá ið eg komi heim. Fartelefonin skal bara altíð verið í nærheitini.
Hjørdis um ítrótt
Eg íðki ikki annan ítrótt, enn at eg venji eitt sindur í Yndi. Eg róði kapp í 1999 og 2000, og eg fylgi framvegis við Ørnini. Annars havi eg ikki so stóran áhuga fyri ítrótt, men eg kann gott fara til ein fótbóltsdyst hjá FS Vágum ella landsliðnum.
Hjørdis um veðrið
Eg elski sól og hita. Eg var í Australia í eitt hálvt ár, og har var sól allatíðina. Tað var besta tíðin í lívinum. Eg búgvi kanska ikki í rætta landinum, men seinasta tíðin hevur ikki verið so galin. Hevði tað bara verið eitt sindur meira sól og eitt sindur heitari í Føroyum, so var tað fínt.
Hjørdis um kaffi
Eg drekki ikki kaffi, tí mær dámar tað ikki. Eg vil gjarna dáma kaffi, tí eg elski luktin av kaffi, men eg fái tað bara ikki niður um. Eg havi roynt at vant meg við tað, men tað gongur ikki. Eg kann gott finna uppá at gera eina kannu av kaffi, tí eg haldi, at tað luktar so væl.