Tað er 75 prosent størri møguleiki fyri, at tú verður fráskildur, um vinurin hjá tær er blivin fráskildur. Tað vísir ein nýggj kanning. Um tú virðismetir títt parlag, kann tað loysa seg at gera alt fyri at bjarga parløgum hjá vinum, starvsfelagum ella familju. Tí hjúnaskilnaður smittar.
Vit hava áður hoyrt sálarfrøðingar siga, at tað er størri møguleiki fyri, at tú velur hjúnaskilnað, um vinfólk hava gjørt tað sama. Og nú stuðlar seinasta granskingin á økinum eisini hesum.
Tað kemur til sjóndar í ritgerðini ?Breaking Up is Hard to Do, Unless Everyone Else is Doing it Too: Social Network Effects on Divorce in a
Longitudinal Sample Followed for 32?.
Rose McDermott frá Brown University í Amerika, og hennara starvsfelagar hava kannað fleiri enn 12.000 amerikanarar, og teirra lív í einum býi í New England seinastu 32 árini.
Og tær hava staðfest, at fólk skiljast í bólkum, og granskarar halda, at tá ið vinir verða fráskildir, fær tað fólk at seta spurnartekin við sítt egna parlag.
Granskararnir halda, at fólk hava 75 prosent størri møguleika fyri at blíva fráskild, um ein vinur eisini er tað. Og 33 prosent størri, um ein vinur hjá vinunum fer ígjøgnum ein hjúnaskilnað.
kelda: eb.dk