Hjúnarlag elvdi til ringastu astsóknina síðani innrásina

Eitt hjúnarlag, sum ikki samsvaraði við hugsjónirnar hjá einari irakskari sekt, var helst orsøkin til bumbuatsóknina, sum kostaði 175 mannalív í gjár

Fyri trimum mánaðum síðani ætlaði ein 18 ára gomul kvinna í Norðurirak at gifta seg við einum ungum manni, sum hon hevði møtt. Trupulleikin var bara, at kvinnan var úr tí lítla trúarbólkinum yazidi, meðan maðurin var muslimur. Men tað var ikki nóg mikið til at forða ætlan teirra, so kvinnan gjørdi av at taka við muslimskari trúgv. Tað skuldi hon ikki havt gjørt. Tá skyldfólk hennara frættu, at hon hevði skift trúgv, bleiv hon tikin og steinað til deyða.

 

Tað vóru hennara næstu, sum steinaðu hana, og drápið elvdi alt fyri eitt til fleiri atsóknir at fólki úr yazidi-trúarbólkinum. Í einari atsókn vórðu 23 menn tiknir av døgum, og eina aðru ferð vórðu tveir menn burturflyuttir og steinaðir til deyða.

 

Ein víðgongdur felagsskapur, sum hevur tætt tilknýti til al-Qaeda, hevur eisini skipað fyri fleiri atsóknum og morðum, sum hava samband við tað ætlaða hjúnarlagið og tilburðin, tá gentan bleiv steinað til deyða. Og iraksku myndugleikarnir ivast ikki í, at tann ógvusliga bumbuatsóknin í gjárkvøldið var enn eitt álop hjá hesum sama felagsskapi. Myndugleikarnir vísa á, at bumburnar brustu í bygdum, har nógv fólk úr yazidi-trúarbólkinum búgva.