Spurningurin um broytingarnar í hjúnabandslógini fylla nógv og í dag vildi Bill Justinussen, Miðflokkurin, hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hví málið nú er vorðið eitt smgongumál.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, segði, at hetta als ikki er eitt samgongumál og at tað stendur samgongulimum frítt at atkvøða eftir bestu sannføring.
Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, og Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, hildu at málið heilt greitt nú er eitt samgongumál og Karsten Hansen, Miðflokkurin, helt eisini, at tá ið landsstýriskvinnan roynir at fáa málið ígjøgnum í Danmark, so er tað eitt samgongumál.
Sirið Stenberg vísti til ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum. Tað er tað, sum ger støðuna so fløkta.
-Hetta snýr seg um at javnstilla allar borgarar í landinum. Tað burdi langt síðani verið loyst, segði landsstýriskvinnan.










