Hjúnarbandslógin kemur fyri hósdagin

Fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum um broyting í hjúnabandslógini grein 14, stk. 2, kemur fyri í tinginum hósdagin.

 

Tað er Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, leggur uppskotið fram.

 

Orðarætt stendur í uppskotinum, at orðingin í lógini verður broytt soleiðis, at ”Hjún í borgarligum stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta”.

 

Tá tað var samtykt í Løgtinginum, at loyva borgarligari samkyndari vígslu í Føroyum, var ein treyt sett, at grein 14. stk. 2 var broytt soleiðis, at fólkakirkjan ikki var skuldi signa samkynt hjúnarlag, men tað skuldi verða upp til kirkjuna sjálva.

 

Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sigur, at um henda lóg verður samtykt, so hevur tað við sær, at lógin um samkynt hjúnarband kemur í gildi í Føroyum.

 

- Tá lógin var samtykt, var tað samstundis sett sum treyt, at grein 14. stk. 2 eisini var broytt og tað verður so lagt fyri nú, sigur Jonhard Klettheyggj.