Hjúnarbandið er gjørt kynsneutralt

- At uppliva, at vinir og kenningar knappliga eru burtur, er hugvekjandi og álvarsamt og setur okkara stokkuta lív í perspektiv, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður.

 

Jógvan á Lakjuni og familja hansara hildu nýggjársaftan í Fuglafirði í gjár, har tey ótu kalkun. Samlaði vóru Jógvan og konan við fimm børnum, verbørnum og ommu-og abbabørnum, stívliga 20 fólk í tali.

 

Men, hvat hevur verið besta upplivingin - størsta hendingin - hjá løgtingsmanninum í 2017?

 

- Eg kann nevna fleiri stórar hendingar og góðar upplivingar, sum vit hava havt í familjuni í 2017. Í februar giftist yngsti sonur okkara, Dánjal við síni fittu Kristinu. Í summar fekk Rógvi prógv sum miðlagrafikari, og 26. september fingu vit okkara 14. ommu- og abbabarn, tá Herborg, dóttirin og Jóhannes, fingu sítt fjórða barn, ein deiligan drong, sum eitur Martin eftir hinum abbanum.

 

Jógvan á Lakjuni nevnir eisini til stuttleikar eina aðra stóra uppliving í summar, og hetta var serliga ein uppliving fyri abbabørnini, tá hønan hjá teimum kom við nøkrum fittum høsnarungum, sum hon sjálv klakti út.

 

Og hvat var tað keðiligasta í 2017?

 

- Tað kundi verið ymiskt at nevnt í hesum sambandi. Ikki minst hetta at uppliva, at vinir og kenningar, sum tú hevur havt nógv samstarv við, knappliga eru burtur. Tað er hugvekjandi og álvarsamt og setur okkara stokkuta lív í perspektiv.

 

Løgtingsmaðurin vísir á, at skal hann nevna tað allar keðiligasta og eftir hansara tykki álvarsligasta fyri kæra fosturlandið í 2017, noyðist hann yvir í ta politisku verðina.

 

- Her noyðist eg at nevna ta vanlukkuligu gerð, sum núverandi samgonga við løgmanni á odda á sera ivasaman hátt gjøgnumførdi fyrr í ár, nevniliga at fremja ta ideologisku gerð at gera hjúnabandið kynsneutralt. Ja, tey fóru so langt, at sjálvur “kirkjuministarin” í Føroyum móti kirkjunnar vilja beinleiðis fór inn og mælti til at taka ein lógartryggjaðan verjugarð rundan um kirkjuna burtur, soleiðis at tað nú bara skal eitt ritual til, at tvey av sama kyni kunnu verða signað í kirkjuni.

 

Jógvan á Lakjuni heldur, at hetta var eitt sera prinsipielt og óhoyrt stig, sum samgongan fekk løgtingið at taka – eitt stig, sum eftir hansara tykki gongur beint ímóti aldargomlum siðvenjum og øllum teimum avtalum, sum flokkarnir á løgtingi hava gjørt í sambandi við kirkjuna - ikki minst, tá arbeitt varð við at yvirtaka kirkjuna.

 

- Biskupur hevur nú kent seg noyddan at steðga allari signing av borgarliga giftum í kirkjuni, og hetta vísir so týðiliga, at verandi samgonga hevur gjørt seg beinleiðis inn á kirkjuna. Hetta ávirkar sjálvandi onnur trúarsamfeløg eisini og alt okkara samfelag.

 

Jógvan á Lakjuni heldur, at henda lógarbroytingin er ein vanlukka fyri Føroyar, og tá hugsar hann serliga um børn og abba-og ommubørn, og hvussu stórar avleiðingar hetta fer at hava fyri tey.

 

Hevur tú sett tær fyri at gera nakað serstakt í 2018?

 

- Havi ikki sett mær nakað ávíst fyri, má eg siga. Men, eg vóni framvegis, um eg havi lív og heilsu, at vera ein rødd, sum stendur á vakt um grundsúlurnar undir okkara samfelag, sum byggja á okkara kristna siðaarv. Annars kundi eg hugsað mær at hugnað mær meira saman við børnum og serliga abbabørnunum. Átti helst eisini at gjørt eitt sindur meira við tónleikin - og so kundi eg hugsað mær at farið og skrivað okkurt! sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður.