Hjúnabandslógin skal fyri Fólkatingið 28. februar, og tá skulu smáar løgfrøðiligar broytingar gerast í lógini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
-Fólkatingið ger bert tær broytingar, sum Løgtingið hevur biðið tað gera, sigur hann.
Talan er í høvuðsheitinum um at tryggja rættin hjá samkyndum pørum at skiljast aftur.
Løgtingið samtykti hjúnabandslógina 29. apríl 2016. Lógin kemur tó ikki í gildi fyrr enn grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógini verður broytt. Tað uppskotið er framvegis ikki borið fyri Løgtingið.