Hjúnabandið gott fyrir hjartað

Tað hevur eftir øllum at døma heilsuligar fyrimunir at vera gift ella giftur. Tað er í hvussu er tað, sum finsk vísindafólk eru komin til, og sum stendur at lesa í tíðarririnum European Journal of Preventive Cardiology.
Tey hava kannað upplýsingar um meiri enn 15.300 finnar, sum høvdu havt ein hjartatilburð í tíðarskeiðinum millum 1993 og 2002.
Kanningin vísti, at ógiftir menn vóru í meiri enn 60 prosent størri vanda fyri at fáa hjartatilburð enn giftir menn. Hjá ógiftum kvinnum var vandin næstan 65 prosent størri.
Og so vísti kanningin eisini, at vandin fyri at doyggja av hjartatilburði er minni hjá giftum enn ógiftum, og tað er galdandi fyri bæði menn og kvinnur.