Hjúnabandið er einans millum mann og konu

Svenning av Lofti
----------

Ikki var tað skemt, men álvarsamur veruleiki, tá ið trý tingfólk í okkara háttvirda løgtingi, søgdu seg vilja leggja uppskot fram at fólk av sama kyni skulu fáa loyvi at giftast, soleiðis sum hjún, maður og kvinna verða gift. Tað er ótrúligt at enntá háttvird løgdingsfólk skulu fáa seg sjálvi at kom við slíkum uppskoti, sum stríðir ímóti øllum sunnum skili, sum skaparin hevur givið okkum í vøggugávu.
At fólk at sama kyni hava kent seg drignan at hvørjum øðrum meiri enn gott er, hevur verið kent gjøgnum øldirnar. At hesi – eins og onnur, ið vóru “øðrvísi” enn tey flestu, í summum førum, hava kent at fólk yppa øksl, halda seg frá teimum og annað, er helst satt, eins og tað er fyri aðrar av borgarum okkara, ið bera likams- ella sálarbrek. Vit skulu vera góð við øll mennisku, vísa virðing, sama hvørji tey eru ella hvønn húðalit tey hava.
Men hjúnalagið er ein serstakur stovnur, ið einans kann vera millum mann og kvinnu.
Hjúnalagið má ikki verða avlagað og vanvirt av eini slíkari ætlan, sum hesi trý tingfólkini ynskja at fremja.
Eg kenni trúgvandi fólk, sum valdu hesar flokkar á seinasta løgdingsvali. Samstundis veit eg, at hesi nevndu trúgvandi fólk als ikki taka undir við nevnda uppskotið hjá hesum trimum tingfólkunum í flokki teirra, tí tað stríðir ímóti teirra andaligu sannføring. Sama er galdandi í spurninginum um t.d. fría fosturtøka, sum tingfólk úr summum av nevndu flokkum stríðast fyri at fáa framda í Føroyum.
Hjúnabandið er einans millum mann og konu, soleiðis sum Gud Harrin ásetti hetta í sjálvari skapanini. Boðini vóru at vit skuldi fjølga jørðina gjøgnum hjúnabandið, ið er besta trygdin fyri komandi ættarliðum, soleiðis sum tað var fyri okkum, ið vóru ald upp av kærleiksfullum foreldrum innan hjúnalagsins gudgivnu karmar.