Hjún gjørdust ársins føroyingar

Á samkomu á Dimmalætting í gjárkvøldið var avdúkað, hvør ið var kosin til ársins føroying, ársins ítróttarbragd og ársins fløga í 2005.

Hetta er annað árið á rað, at Dimmalætting skipar fyri einum slíkum tiltaki. Í fjør var tað songkvinnan Eivør Pálsdóttir, ið fekk heiðurin sum tann fyrsti at verða kosin til ársins føroying.

Ikki ein persónur, men eini hjún
Í ár var tað tó ikki ein persónur, ið fekk heiðurin, tí valið fall á eini hjún. Talan er um Sonju Klein, prest og mann hennara Holgar Arnbjerg.
Tey bæði eru kosin fyri tað arbeiði, sum tey gera í KFUK jólaaftan. Í fleiri enn tíggju ár hava tey bæði hildið jólaaftan í KFUK saman við fólki, ið annars einki stað hava at halda jól, og hetta helt dómsnevndin verða eitt so mikið gott arbeiði, at tey bæði kundu kjósast til ársins føroying.
Sonja Klein og Holger Arnbjerg vóru tíverri ikki hjástødd í gjárkvøldið, tá ið avdúkingin fór fram, men dóttir teirra, Katrina, tók ímóti heiðursbrævið og blómum teirra vegna.
Men á einum stórskíggja sóu tey mongu fólkini, sum vóru á Dimmalætting í gjárkvøldið, eina videoheilsan frá teimum báðum. Tey eru í løtuni burturstødd.