Hjún doyðu samstundis av koronu

- Foreldrini høvdu følt seg innistongd í mánaðir vegna smittuvanda, men nú høvdu tey valt at geva leyst og fara út at njóta lívið, sigur dóttirin.

 

Fleiri útlendskir miðlar skriva um amerikansku hjúnini, Patricia og Leslie McWaters, sum eftir at hava verið hjún í 47 ár, bæði doyðu av koronu, og tað var minni enn ein minuttur ímillum andlátini.

Tað var hin 24. november, at tvær deyðsváttanir vórðu fyltar út á einum sjúkrahúsi í Jackson í Michigan í USA. Á aðrari stendur navnið Patricia McWaters. Hon gjørdist 78 ára gomul. Á hinari stendur navnið Leslie McWaters. Hann gjørdist 75 ár.

Á báðum deyðsváttanunum stendur, at tey doyðu av fylgdarsjúkum eftir at hava verið smittað við koronu og klokkutíðin, tá andlótini vóru, var 16.23.

Hjúnini áttu tvær døtur, trý ommu-og abbabørn og seks oldurommu-og oldurabbabørn. Hon var pensjónerað sjúkrahjálpari, og hann hevði starvast sum lastbilaførari og var altíð við tí stuttliga orðinum.

Onnur av døtrunum hevur fortalt fyri amerikanskum miðlum, og foreldrini høvdu følt seg innistongd í mánaðir vegna smittuvanda, men nú høvdu foreldrini valt at geva leyst og fara út at njóta lívið. 

- Sum so mong onnur fór tey umsíðir at halda, at "fáa vit koronu, so gera vit tað..." sigur dóttirin. Stutt eftir, at tey høvdu vitjað á einari matstovu, har mong ikki brúktu munnbind, gjørdust bæði sjúk við koronu.

Sambært dóttrini gjørdust bæði illa sjúk, og pápin segði, at korona var ein ógvuliga pínufull sjúka, sum so bæði at enda doyðu av - so at siga í sama minutti.