Hjálptu trailara á Hvítanesvegnum

Norrøna fer avstað í kvøld, og trailarar við fiski eru á vegakervinum í ringa veðrinum.

Norrøna fer av Havnini í kvøld, og fleiri trailarar við fiski eru á vegakervinum. Veðrið er ringt, og koyrilíkindini alt annað enn góð.

 

 

Fyrr í kvøld gjørdi førarin á einum trailara av at steðga á Hvítanesi, og bíða til hjálp kom fram, tí illa var koyrandi.

 

 

Tórshavnar Sløkkilið kom til hjálpar, og gav eina hjálpandi hond, so stóri bilurin slapp víðari, frættist frá løgregluni í kvøld.

 

 

Tilvildarlig mynd - savnsmynd