Hjálptu fleiri fullum fólkum til húsar í nátt

Tað hevur verið friðarligt í nátt, sigur løgreglan. Men ein av føstu uppgávunum hjá løgregluni, serliga um vikuskiftini, er at hjálpa fólki, sum eru so full, at tey klára seg ikki sjálvi.

 

Og tað hava tey eisini gjørt í nátt. Løgreglan sigur, at seks ferðir hava tey tikið fólk upp í nátt og fingið tey til húsar tí tey vóru so drukkin, at tey vunnu ikki upp hús sjálvi. Løgreglan sigur, at tey flestu vóru ungfólk.

 

Annars hevur ein maður fingið bót fyri at bróta politiviðtøkurnar. Løgreglan kom fram á nakrar mans, sum vóru komnir til ilnar, men tann eini av teimum vildu rætt og slætt ikki gevast. Tí varð hann tikin á løgreglustøðina, haðani hann er sleptur út aftur í morgun, tá ið hann hevði sissað seg aftur. Men eini bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar, sleppur hann ikki undan.

 

Í morgun var eisini eitt ferðsluóhapp í Kollafirði, har ein bilur fór niðan av vegnum og endaði á takinum. Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, var í hvussu so er edrúur, og hann slapp eisini frá óhappinum uttan at fáa mein.