Nakað soleiðis verður at kalla dagliga tikið til, tá hugsa verður um peningaoyðsl, spekulatión, húsagangur og endurreisn av somu feløgum, alment veðhald o.s.fr. Alt hetta fór fram í 80-unum, tá uppgangstíðir vóru her á landi og fólk høvdu nógvan pening. Tað verður bara at brúka. Ábyrgd var eingin, hvørki hjá tí meiniga manninum ella politikarunum, tí hon lá í einum øðrum landi. Hetta er tað sum sambandsmenn í dag kalla fyri eitt trygdarnet. Alt hetta fór fram undir heimastýrislógini, sum ikki er annað enn ein gummilóg, sum varð trýst niður yvir føroyska fólkið, sum ongantíð fekk loyvi at taka støðu til hesa ódemokratisku lóg.
Donsk fíggingarfeløg tevjaðu pengar her og buðu seg fram at læna pening og at fíggja stórar bygningar o.a. Tá so kreppan kom, og ikki var orka at rinda rentur og avdrøg til hesar lánveitarar, sum høvdu verið so fittir og lagaligir, fóru teir at kenna sviðan av hesum. Nú skuldu vanligu spælireglarnar ikki longur galda, so fyri at sviðin ella missurin ikki skuldi verða ov stórur, fingu hesir fittu »bjargingarmenn«, sum komu higar aftur og koyrstu danskar loysnir niður yvir høvdið á okkum, borið tað so í bandi, at øll henda privata skuld, sum nevndu donsku fíggingarfeløg áttu at tikið á seg, varð koppað inn í føroyska landskassan, við teimum ræðuligu fylgjum, at tað varð meinigi føroyingurin, sum nú knappliga stóð við allari skuldini ? tær syndarligu avleiðingarnar kenna vit øll. Hetta var helst ein av loysnunum, sum sambandsflokkurin rópti upp um undan síðsta vali.
Samstundis tók danska stjórnin alla uttanlandaskuld okkara uppá seg við okursrentu. Hetta er tað sum formaður sambandsfloksins hálovaði í Fimmaranum 8. mars. Jú, hesin vísmaður hevði eisini funnið útav, at føoyingar høvdueir aat siga í Danmark enn dansir sjálvir ? sig so tað. Hann sum fór til Danmarkar á sinni, at fáa teir at taka bankaskuldina uppá seg, tí hetta var danska málsøki, men kom ístaðin heimaftur ongul í reyv við 100 mill. í øktari lánibyrðu til føroya fólk. Hann var bara heilt stuttligur og hevði helst egna seg betur at luttikið í sendingini sum plagar at koma aftaná, har kundi hann so billa Gísmundi alt møguligt inn.
Ikki fyrr enn sitandi samgonga tók við, eydnaðist at fáa skil á skuldini, har rentan m.a. kom niður á eitt marknaðarrættvíst støði. Somuleiðis eydnaðist tað eisini at fáa eina avtalu um markið við bretar undir hesi samgongu. Sjálvandi er tað fyrst og fremst teimum dugnaligu samráðingarfólkunum (hóast tað ikki vóru danir) at takka fyri. Sostatt beri eg ongan ekka nú samgongan fer niður at samráðast um framtíðar støðu okkara, tí hetta eru dugnalig og seriøs fólk, sum eg havi stóra virðing fyri.
Samanumtikið, so hjálptu danir ikki okkum í 1992, men heldur teimum donsku fíggingarfeløgunum, og sínum egna umdømi uttanlands. Tað einasta land, sum hevur latið okkum nakað fyri einki er Ísland. Teir hava ikki latið við aðrari hondini fyri at eyðræna fleirfalt aftur við hinari. Vónandi kunnu vit løna teimum tað aftur, um olja verður funnin á okkara leiðum.
Eitt svitast ikki, at tað er einans heimastýrislógini fyri at takka, at støðan gjørist sum hon gjørdist, tí vit vóru ómynduggjørd við hesi ódemokratisku lóg, har ábyrgdin lá í einum fremmandum landi.
Kai Vágfjall