Hjálpti soninum at smugla

Tað var fyri at hjálpa soninum úr penganeyð, at 43 ára gamla føroyska kvinnan í mars fór til Føroya saman við 20 ára gamla soninum við trimum kilo av hassji í bilinum, segði hon í rættinum týsdagin

Í Danmark kostar eitt gramm av hassji 50-100 krónur. Í Føroyum kostar tað 250-300 krónur.
Nógvur peningur er tí at vinna við at smugla hassj til Føroya og selja tað er.
Men tað er bara tað, at vandin fyri at verða steðgað í tollinum er ovurstórur, og tey, sum verða tikin við rúsevnum og dømd í Føroyum, fáa harða revsing.
Tað fingu móður og sonur at sanna, tá ið tey mánamorgunin 25. mars komu við Norrøna í bili til Føroya.
Tá ið tey komu í land, vórðu tey og bilurin kannað, og í einum stórum hátalara funnu tollararnir yvir trý kilo av hassji, kundu verið seld í Føroyum fyri millum 750.000 og 900.000 krónur.
Soleiðis endaði royndin at vinna pening.
Av tí at nøgdin var so stór, vórðu tey bæði avhoyrd í grundlógarhoyri fyri dupult afturlatnum hurðum. Einki mátti leka út.
Ein seinni rættarfundur var eisini fyri dupult afturlatnum hurðum.
Men týsdagin var dómsviðgerðin í rættinum – fyri opnum hurðum. Bæði játtaðu seg sek í smuglingini.

Búgva hvør sær
Bæði búgva í sama býi í Danmark, men tey búgva ikki saman.
Tað kom fram í rættinum, at viðurskiftini millum mammu og sonur ikki hava verið tey bestu. Hann hevur vitjað mammu sína av og á, og mangan hevur orðalagið verið so hart, at grannar hava mótmælt. Men hann segði tað ikki passað, at hann hevði hótt mammuna.
43 ára gamla mamman er í útbúgving, men 20 ára gamli sonurin hevur verið arbeiðsleysur seinastu tvey árini. Sambært mammuni ferðast ferðast sonurin í einum umhvørvi við nógvum rúsevnum.

Ymiskar frágreiðingar
Mamman varð avhoyrd tríggjar ferðir, áðrenn dómsviðgerðina týsdagin, og hon segði ikki tað sama nakrantíð. Hann varð avhoyrdur tvær ferðir og segði heldur ikki tað sama. Ákærin gav lítið fyri trúvirðið hjá mammuni.
Tey bæði vóru í januar á stuttari vitjan í Føroyum, men bæði noktaðu at hava smuglað ta ferðina. Tað hevði politiið annars fingið eitt tipp um.
Politiið kannaði telefonina hjá mammuni, og har var eitt langt samskifti millum hana og eitt danskt telefonnummar. Samskifti snúði seg um keypið av bilinum, í hvørjum navni bilurin skuldi skrásetast, og at tey skuldu møtast uttan fyri bankan.
Ákæruvaldið vildi vera við, at hesin persónurin rindaði fyri bilin, men tann ungi maðurin segði, at hann og mamman høvdu goldið helvt um helvt.
Hetta var nakrar dagar, áðrenn tey fóru til Føroya, og avtalað varð at steðga 10 til 14 dagar í Føroyum.
Maðurin vildi ikki siga, hvørjum hann hevði fingið hassjið frá.

Mamman kamoflasja
Tann ungi maðurin segði, at hann vildi hava mammuna við til Føroya, tí tað sá minni illgrunasamt, um hon sat undir liðini á sær.
Mamman segði, at sonurin hevði plágað hana um at koma við til Føroya, og at enda játtaði hon. Hon visti, at hann var í penganeyð, tí gjøgnum teldu hennara hevði hann tikið lán, og hann hevði sagt nakað um, at hann kundi vinnan nógvan pening. Tí hevði hon illgruna um, at hassj var í bilinum, men hon visti ikki og vildi heldur ikki vita, hvussu stór nøgdin var.
Hon øtaðist, tá ið hon sá nøgdina.

Eisini amfetamin
Eftir at tey bæði vóru handikin í Havn, gjørdi politiið húsarannsókn í íbúð hennara í Danmark. I frystiboksini fann politiið góð 18 gramm av amfetamini. Tað kendi mamman seg einki kenna til, men hon hevði varhugan av, at hann krógvaði okkurt i íbúðini.
Rætturin góðtók frágreiðingina hjá tí unga manninum um, at amfetaminið bara var til egna nýtslu.
Tað kom fram í rættinum, at kvinnan átti tvey yngri børn, sum hon við góðum hevði latið farið í familjupleygu.
Mamman er ongantíð áðrenn dømd fyri líknandi brotsverk, men sonurin hevði fleiri dómar m.a. fyri harðskap, hóttanir og herverk.

Harðir dómar
Dómarnir fyri smuglingina vóru, at sonurin skal sita í níggju mánaðir, og mamman í sjey mánaðir. Haraftrat skulu tey gjalda sakarmálsútreiðslurnar.
Dómarin segði millum annað i viðmerkingunum, at mamman ikki kundi sleppa lættari við at siga, at hon ikki visti, at nøgdin av hassji var so stór. Hon hevði sjálv ábyrgdina av at kanna, hvat var í bilinum.
Bæði bóðu um at brúka tær tvær vikurnar at umhugsa seg í, um tey kæra dómarnar.
Rættarfundurin endaði við, at bæði vórðu latin leys, og tey frætta nærri, nær tey skulu inn at sita.