Hjálpti Duritu væl at Liljan var mansvard

(Rás2) Hoyr 10-málsskjúttan hjá VÍF, Duritu C. Jojic seta orð á 25-22 sigurin á Kyndli í aðru FM-finaluni

VÍF hevur tryggjað sær rættin til at spæla ta triðju FM-finaluni í hvonndeildini.

 

Liðini hava nú vunnið hvør sína FM-finalu. Mikukvøldið vann Kyndil á heimavølli 19-16, og í dag vann VÍF 25-22 í 2. finaluni, ið var leikt í Vestmanna. Hálvleiksstøðan var javnleikur 10-10.

 

Dagsins spælari var Durita C. Jojic hjá VÍF, ið skoraði 10 mál. Marianna G. Eystberg var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Duritu C. Jojic.

 

Durita C. Jojic greiðir frá, at tað hjálpti henni væl, at Kyndil mansvardi Liljuna Djurhuus og Agnas Olsen. Hetta skapti nógv størri rúm til Duritu, ið gagnnýttu støðuna til fulnar.

 

- Vit hava 60 minuttir eftir at stríðast, og tað megna vit, og tað gera vit, slær Durita C. Jojic fast.

 

Um heldur harðliga spælið sigur Durita C. Jojic, at spælararnir fóru so langt sum dómararnir loyvdu.

 

3. FM-finalan verður spæld í Vestmanna í morgin klokkan 16.

 

Rás2 sigur sjálvandi frá dystinum. 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við annan av Kyndils-venjarunum, Christoffur G. Nielsen hoyrist HER

 

Hæddarpunkt frá dystinum, ið Hilmar Jan Hansen segði frá á Rás2 hoyrast HER