Millum tey sum komu við viðmerkingum vóru fólk úr Suðuroy, sum so inniliga ynsktu at Strandferðslan broytti fráfaringartíðirnar úr Havnini eitt sindur.
Hetta var serliga galdandi fyri morguntúrin suður týsdagar. Tey ynsktu, at Strandferðslan legði fleiri túrar kl. 12:30. Hetta gav nú eisini úrslit hjá suðuroyingum.
Tá tann nýggja ferðaætlanin kemur í gildi um mánaðarskiftið fer Smyril at sigla tríggjar ferðir um vikuna kl. 12:30 og nú bert tvær ferðir kl. 10:15. Við øðrum orðum hevur Strandferðslan flutt túrin týsdag tveir tímar fram, til middagsleitið, tí hetta tóktist vera eitt stórt ynski frá suðuroyingum.
Av Strandferðsluni verður tó upplýst, at túrarnir av Havnini leygarmorgun og sunnumorgun fara at verða somu tíð sum higartil, nevniliga kl. 10:15.