Hjálpin er vís

Ætlar Sjálvsstýrisflokkurin veruliga at hækka fólkapensiónina á komandi fíggjarlóg, skal ikki standast á at fáa stuðul frá stóru andstøðuflokkunum, siga bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin

 

Fíggjarlóg


Fíggjarnevndarlimirnir hjá bæði Javnaðar- og Sambandsflokkinum fara at taka undir við uppskoti frá Sjálvsstýrisflokkinum um at hækka fólkapensiónina. Teir vita eisini, hvussu hon skal fíggjast.

Tað fer ikki at standa á hjá Helenu Dam á Neystabø vegna Sjálvsstýrisflokkin at fáa stuðul frá stóru andstøðuflokkunum til at hækka fólkapensiónina. Bæði Vilhelm Johannesen, fíggjarnevndarlimur Javnaðarfloksins, og Lisbeth L. Petersen, formaður og fíggjarnevndarlimur Sambandsfloksins, taka undir við eini hækking. Tey vita eisini, hvussu hon skal fíggjast, hóast tey hava ymisk boð.


Hækka blokkin aftur

Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokinum vísir á, at flokkurin á landsfundi í september mælti til, at tiknar verða upp samráðingar við danir um at hækka blokkin aftur til tað, hann var, áðrenn verandi samgonga fór at skarva av honum.

Blokkurin var ætlaður til til júst mál sum pensiónir og heilsumál, so tað skuldi einki verið at ivast í at brúkt hann til tað, vísir Vilhelm Johannesen á. Hann sigur tað vera heilt burturvið av samgonguni at skerja heildarveitingina, so leingi hesi málini ikki eru fingin upp á pláss.

Annars vísir hann til uppskotið um samhaldsfasta arbeiðsmarknaðargrunnin, sum saman við fólkapensiónini skal tryggja pensionistunum sína inntøku.

Jú, Javnaðarflokkurin atkvøður fyri at hækka fólkapensiónina.


Burtur við fullveldinum

Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokinum sigur, at flokkurin tekur eisini undir við at hækka fólkapensiónina. Hon sigur seg fegnast um, at Sjálvsstýrisflokkurin nú er farin at taka undir við hesum málinum, sum Sambandsflokkurin annars hevur brúkt nógva tíð uppá, uttan at lurtað hevur verið eftir honum.

?Er tað hetta, sum samgongan ætlar, skulu vit nokk hjálpa teimum, sigur hon.

Um hvussu ein hækking av fólkapensiónunum skal fíggjast, er Lisbeth L. Petersen ikki í iva. Pengarnir skulu takast av játtnanini til sjálvsstýrismál, sigur hon. Tann játtanin eigur at strikast av fíggjarlógini, heldur formaður Sambandsfloksins.

Men hon er kortini eitt sindur í iva um, hvat tað veruliga er, sum Sjávsstýrisflokkurin og samgongan vilja í hesum málinum. Men tað verður nokk ikki so lætt at fáa greiði á, heldur hon, tí tað tykist ikki, sum samgongan sjálv veit, hvat hon vil.

Jú, Sambandsflokkurin atkvøður fyri at hækka fólkapensiónina.



Finna út av tí

Eisini fíggjarnevndarlimur Sjálvsstýrisfloksins, Kári P. Højgard, tekur sum vera man undir við uppskoti formansins um at hækka fólkapensiónina.

Hvussu fíggjast skal, sigur hann, at tí man samgongan nokk fara at finna útav.

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, hevur boðað frá einum bata, sigur Kári P. Højgaard, sum tó ikki nágreiniliga dugir at siga, hvør batin verður. Men skatturin fer tó ikki at hækka, er hann vísur í.

Kári P. Højgaard sigur, at fíggjarlógarkarmurin verður væntandi ikki víðkaður, sum so aftur merkir, at hann vil finna pengarnar til hækkaða fólkapensión av øðrum játtanum á fíggjarlógini.

Men hvaðani teir skulu koma, vil hann ikki gera viðmerkingar til. Tað er nakað, sum samgongan í sátt og semju fer at finna fram til, sigur hann.

Hann takkar andstøðuni fyri stuðulin í hesum málinum, men metir tó, at tað fer samgongan sjálv at klára.

Jú, Sjálvsstýrisflokkurin atkvøður fyri at hækka fólkapensiónina.