Elin Lindenskov
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin
www.lindenskov.com
????????????
Tað vóru sera góð tíðindini, Tórshavnar kommuna kom út við fyrr í summar, tá ið hon boðaði frá, at nú er barnagarðstørvurin í kommununi loystur.
Barnagarðsmálið er eitt av teimum málunum, eg havi arbeitt hart fyri í býráðnum gjøgnum øll árini, eg havi sitið har. Tey fyrstu árini var tað sera trupult at fáa býráðslimir at skilja, at tað er gott fyri kommununa. Men upp undir seinasta val fingu vit allar býráðslimirnar at lova barnaansing. Hetta var ein stórsigur fyri okkum.
Nú er bíðilistin burtur. Men fyri at fáa tær seinastu restirnar av bíðilistanum vekk, valdi kommunan at trýsta fleiri børn inn á stovnarnar. Tað varð gjørt við at taka fleiri børn inn og at lækka barnagarðsaldurin niður í 2,5 ár. Frammanundan var barnagarðsaldurin 3 ár.
Hetta hevur gjørt, at umstøðurnar hjá bæði børnum og vaksnum á stovnunum nú eru trengri enn gott er. 2,5 ára gomul børn krevja meira umsorgan. Tey 2,5 ára gomlu klára seg ikki millum tey 3 - 6 ára gomlu.
Tað hevur meira enn so hent seg, at børn eru komin til tey vaksnu haldandi fyri oyruni, tí tey tola ikki gangin, nú fleiri børn er á sama øki.
Pedagogar hava eisini lagt til merkis, at børn hava broytt atburð, nú umstøð-urnar eru blivnar trengri og harvið strongdari.
Eitt annað, kommunan ikki hevur tikið hædd fyri, er, at nakrir av barnagørðunum ikki hava umstøður at taka ímóti blæðubørnum. Og 2,5 ára gomul eru blæðubørn. 3 ára gomul børn eru vanliga sloppin av við blæðuna.
Eg vil gera vart við her, at sjálvt í barnaálitinum, sum vit skrivaðu undir kreppuni, mæltu vit staðiliga frá at økja um barnatalið á stovnunum. Har stendur, at tað beinleiðis er ábyrgdarleyst mótvegis børnunum at taka fleiri inn.
Í næstu býráðssetu vilja vit fáa hesi viðurskifti í rættlag, soleiðis at trivnaður hjá børnunum og starvsfólkunum verður settur í hásæti. Barnagarðsaldurin skal aftur setast til tað, hann var frammanundan broytingina. Trivnaður hjá børnunum, sum eru okkara framtíð má raðfestast høgt.