Hjálparpresturin einsamallur

Tað tykist vera rættiliga alment, at stríð er millum prestarnar í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Í lesarabrævi í bløðunum í dag fara kirkjutænararnir í Havnar Kirkju beinleiðis í part við Bjarna Bæk og Sonju Klein

Hóast partarnir í málinum um ósemjuna millum prestarnar í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi tykjast vilja halda málið innanhýsis, tykist nú vera rættiliga alment, at stríð er millum prestarnar. Nú hava eisini kirkjutænararnir í Havnar Kirkju valt part í málinum og stuðla Bjarna Bæk og Sonju Klein.
Í lesarabrævi í dag siga teir níggju kirkjutænararnir í Havnar Kirkju soleiðis:
»Undirritaður kirkjutænarar í Havnar Kirkju veita prestum okkara Bjarna Bæk og Sonju Klein okkara fulla stuðul«.
Sostatt tykist vera púra alment, at stríð er innanveggja í dómkirkjuni.
Tað er ringt at fáa fólk við tilknýti til kirkjuna at gera vimerkingar til hetta málið, sum teimum flestu man tykjast rættiliga eymt og, sum onkur tekur til, eisini óneyðugt. Tí kirkjan skuldi hevur verið savnandi enn spjaðandi, sum tey siga.
Sosialurin hevur tosað við nógv fólk við kirkjuligum tilknýti. Bæði leik og lærd. Men hóast viðmerkingarnar ikki skorta, vilja fólk ikki verða endurgivin við navni í fjølmiðlunum.
Tó gongur aftur, at tey halda, at kirkjuráðini, sum hava innstillað prestin, sum í hesum føri talan er um, hava ikki verið nóg ágangandi, áðrenn støða er tikin til innstilling.
Skilliga gongur fram, at eingin setanarsamrøða hevur verið annað enn tað, prestur og krikjuráðsformenn hava tosað um í telefon, umframt ta obligatorisku bisparoyndina, sum allir prestar skulu ígjøgnum.
Onkur kelda, sum tosað er við, vísir á, at tað tykist, sum vit eru við at fáa eina tvíbýtta kirkju við prestum frá univeristetunum, og prestum frá Dansk Bibel Institut. Og tað eru prestarnir frá DBI, sum eru teir sjónskaru, tá ræður um at koma við persónligum meiningum.
Tað tulka somu keldur soleiðis sum, at nú eru vit við at fáa fundamentalismu av sama slagi sum ta muslimsku inn í kirkjuna. Og hesum hava kirkjuráðini ábyrgdina av, tí tey eru ikki nóg vakin, tá prestar verða settir.
Ella kanska eru tey árvakin og seta bara teir prestar, sum hava hesa áskoðan. Tí í veruleikanum er tað kirkjufólkið sjálvt, sum skal velja kirkjuráðini, ið ikki er vakið. Sosleiðis at bert tey við fundamentalistiskum áskoðanum halda seg fram at og velja tey í kirkujráðini, sum hava somu hugsan sum DBI prestarnir, sigur ein kelda, sum ynskir at vera ónevnd.