Hjálparpakkin fall

Amerikanska Umboðsmannatingið vrakaði í kvøld uppskotið um at hjálpa fíggjarheiminum Við 228 atkvøðum ímóti og 205 fyri feldi Umboðsmannatingið í Washington í kvøld uppskotið um at brúka 700 milliardir dollarar til at hjálpa fíggjarmarknaðinum við.

Tað kom heldur óvart á eygleiðararnar, at uppskotið fall, tí leiðararnir hjá báðum flokkum høvdu mælt sínum floksfeløgum til at taka undir við tí.

Ein roynd verður nú gjørd at finna eina neyðsemju og at leggja eitt broytt uppskot fyri Umboðsmannatingið og Senatið.

Allir keypsskálar hava havt stórt fall í dag, og roknað verður við, at avgerðin í Umboðsmannatinginum fer at elva til framhaldandi fall í morgin.