Hildið verður, at einir 44 útlendingar eru vorðnir burturfluttir í Irak teir seinastu dagarnar. Um páskahalguna vórðu níggju amerikanarar, átta russar og tríggir kekkar rændir og burturfluttir.
Frammanundan sótu tríggir japanar gíslar hjá einum víðgongdum bólki, og myndirnar av teimum trimum japanunum hava elvt til ræðslu ímillum tey útlendsku hjálparfólkini, sigur sjónvarpið CNN.
Men burturflytingarnar fara ikki bara at ávirka hjálpararbeiðið. Fyrrverandi amerikanski generalurin Daniel Christman sigur við CNN, at tær útlendsku íløgurnar í Irak fara at steðga, tí eingin fer at brúka pengar í einum landi, har alt er í einum ruðuleika, sigur hann.
Fleiri serfrøðingar hava teir seinastu dagarnar ávarað um, at tað restar lítið í, til borgarakríggj brestur á í Irak. Amerikanararnir hava næstan mist tamarhaldið á støðuni, og eingin dugir at siga, hvør skal hava eftirlitið, tá irakar formliga taka við valdinum í Irak tann 30. juni.
Amerikanska herleiðslan ætlaði at fáa ta nýskipaðu iraksku trygdartænastuna at hjálpa amerikonsku hermonnunum í bardøgunum við teir víðgongdu bólkarnar, men fleiri hermenn hjá trygdartænastuni hava sýtt fyri at hjálpa amerikanarunum, skrivar New York Times.
? Vit hava brúkt seks mánaðir til at skipa trygdartænastuna, men alt til onga nyttu, sigur ein kelda í verjumálaráðnum Pentagon við blaðið. Embætismaðurin í Pentagon ásannar, at tað hevur verið toliliga friðarligt í Irak teir seinastu dagarnar, men hann sigur, at tað er bara ein spurningur um tíð, nær ófriðurin brestur á aftur.
Bush ábyrgdina
Politiskir eygleiðarar í USA siga, at George W. Bush, forseti, noyðist at átaka sær alla ábyrgdina av tí, sum hendir í Irak Teir vísa á, at vánalig politisk fyrireiking í Washington er orsøkin til ófriðin.
Eitt gott dømi um hetta var, tá amerikanski umsitingarleiðarin í Irak, Paul Bremer, nú ein dagin varð spurdur, hvør skal taka við valdinum í Irak, tá USA letur tað frá sær tann 30. juni.
? Ja, tað er ein góður spurningur, svaraði Paul Bremer.










