Hjálparfólk myrd í Somalia

Í Somalia hevur ein byrsumaður myrt trý fólk, sum arbeiddu hjá hjálparfelagsskapum. Sambært tíðindastovunum arbeiddu tvey teirra hjá altjóða matvøruhjálparfelagsskapinum World Food Programme. Øll trý vóru somaliubúgvar.

Tað er ikki greitt, hví byrsumaðurin gjørdi av við tey, men hann gav seg yvir til løgregluna beint aftaná.

Tilburðurin var nærhendis bygdini Mataban, sum er tætt við markið við Etiopia, og har á leiðini eru javnan bardagar millum islamistiska yvirgangsfelagsskapin Shebab og aðrar yvirgangsmenn.