Hjálparfólk funnin myrd

Tríggir franskir ríkisborgarar, ið arbeiddu við at hjálpa fátækum børnum í Brasil, eru funnin myrdir. Líkini av teimum trimum vórðu funnin á skrivstovuni hjá hjálparfelagsskapinum Terr´Ativa í Rio de Janeiro í gjár, sigur brasilska løgreglan.

Tey trý, tveir menn og ein kvinna, arbeiddu sjálvboðin fyri Terr´Ativa, sum hjálpir fátækum børnum í Brasil.

Løgreglan tók í gjár tríggjar menn, sum eru skuldsettir fyri at hava beint fyri teimum trimum hjálparfólkunum.