Hjálpardómarin er vrakaður

Dómsnevndin hjá UEFA hevur avgjørt at vraka Ole Hermann Borgan sum hjálpardómara í Champions League finaluni í annað kvøld. Hetta skrivar UEFA á heimasíðu síni í kvøld. Í staðin verður Arild Sundet hjálpardómari hjá Terje Hauge, saman við Steinar Holvik og fjórða dómaranum Tom Henning Øvrebø.

Avgerðin er tikin eftir at Borgan valdi at lata seg í eina Barcelona troyggju, tá hann luttók í einum blaðsamrøðu um finaluna.
 
Tá norska alnet tíðindasíðan VG nett, setti seg í samband við avloysaran Arild Sundet um 21 tíðina í gjár kvøldið, segði hann seg einki vita av, hóast UEFA á heimasíðu síni skrivaði, at hann skuldi flúgva til Paris í morgun.
 
Arild Sundet kennir væl høvuðsdómaran Hauge, ið hann hevur virkað sum hjálpardómari fyri fleiri ferðir.