Í sambandi við dystin millum ÍF og Skála í Fuglafirði í kvøld skipar FSF fyri serligari samling fyri hjálpardómarar. Tað eru hjálpardómarar, sum døma í hægru deildunum, ið hava fingið boð til samlingina. Hjálpardómararnir skulu eygleiða dystin millum ÍF og Skála, og eftir dystin verður fundur í ÍF-húsinum, har Tummas Pauli Olsen hevur eina eygleiðing saman við hjálpardómarunum. Samlingin er ein liður í arbeiðnum at menna føroysku dómararnar.