- At fáa lærarahjálparar í ein skúlaklassa, kann verða ein stórur fyrimunur.
Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.
Av og á hevur nógv kjak verið um at fáa loyva øðrum fakbólkum enn lærarum framat í føroyska fólkaskúlanum
Og nú sigur formaðurin í Lærarafelagnum við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum, at Lærarahjálparar kunnu rúmka um tílæraraskipanina.
Hann vísir á, at í Finnlandi eru góðar royndir av at hava lærarahjálparar í fólkaskúlanum.
Í Finnlandi krevst ein eitt árs útbúgving fyri at gerast lærarahjálpari og tað er ein útbúgvingin, sum er samansett av skeiðum í sernámsfrøði, spæli og læring, heilsu og ósemjuloysn.
- Lærarahjálparin avloysir ikki læraran, men skal vera læraranum ella flokkinum til hjálpar.
Herálvur Jacobsen sigur, at í nøkrum skúlum í Danmark eru royndarskipanir við lærarahjálparum, og har verður umhugsað at seta somu skipan í verk sum í Finnlandi.
Men hann leggur dent á, at ein skipanin við lærarahjálparum skal ikki setast í staðin fyri tvílæraraskipanina, tí tvílæraraskipanin skal fyrst og fremst tryggja børnunum eina góða skúlabyrjan.
- Lærarahjálparin, sum ikki er lærari og heldur ikki hevur somu setanartreytir, er í bíligari enn lærarin.
- Tað kann freista til smartar loysnir, men tað er hinvegin eisini ein møguleiki fyri at gagnnýta tilfeingið skilabetri.
Hann vísir eisini á, at royndirnar í Finnlandi eru, at lærarahjálparar fara mangan á læraraskúla seinni.